Størsta talið er sum vant talið á persónbilum. Higartil í ár eru seldir 529 nýggir persónbilar í mun til 492 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á sløk 8 prosent.
Talið av nýggjum vøruvognum er vaksið úr 92 upp í 99, ein vøkstur upp á 7,6 prosent.
Talið á viðfestisvognum er vaksið frá 21 til 28, sum er ein vøkstur upp á 33 prosent.











