Í dag hava 12 maskinsmiðjulærlingar fingið prógv á Tekniska sSúla í Klaksvík.
Teir, ið fingu prógv, eru á viðheftu mynd hesir, f.v.:
Bárður Jacobsen, Runavík (P/f Mest), Oddmar Andreassen, Runavík (Sp/f Univice), Karstin Bertholsen, Klaksvík (P/f Klaksvíkar Sleipistøð), Margeir Toftegaard, Fuglafjørður (P/f KJ-Hydraulik), Arni Mikkelsen, Klaksvík (Sp/f Pomek), Sámal Rasmussen, Klaksvík (P/f Klaksvíkar Sleipistøð), Dánjal Pauli Joensen, Toftir (P/f Mest), Bjartur á Norði, Hósvík (P/f Articon), Jóhann Christiansen, Runavík (P/f Mest), Arni Sólheyg Michalesen, Kunoy (P/f Klaksvíkar Sleipistøð), Odd Andreassen, Runavík (Sp/f Univice) og Jafet Signar Rasmussen, Søldarfjørður (P/f Klaksvíkar Sleipistøð).
Tað er stjórin á Tekniska Skúla í Klaksvík, Rúni Heinesen, sum boðar frá hesum í kvøld.