Ársins fyrsta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun. Og tó, so hevur ferðslupolitiið ikki kett seg. Teir hava verið úti um kvøldarnar í vikuskiftinum, og gjørt ferðmátingar. Serliga leygarkvøldið í Kaldbak høvdu teir ov mikið at takast við, tí ímillum klokkan níggju og hálvgum eitt, mistu sjey koyrikortið treytað og 15 bøtur vóru skrivaðar.
Aftrat hesum sjey fingu fimm onnur eisini eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Ein teirra koyrdi ávirkaður, restin koyrdi ov skjótt. Av hesum hevði ein eina treytaða frádøming av koyrikortinum frammanundan, so hesin bilførarin missir nú koyrikortið.
– 12 mistu koyrikortið og tilsamans 60 sakir vórðu skrivaðar, og tað er lutfalsliga nógv, segði vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Seinastu mánaðirnar hava vit sæð fleiri dømi um ógvusligan harðskap í býnum, og so seint sum seinasta vikuskifti smekkaði onkur eina fløsku í høvdið á einum manni. Men hóast trettanda kvøld var og býurin var fullur av fólki, so vóru tað ikki tey stóru harðskapsmálini, sum órógvaðu arbeiðsorkuna hjá løgregluni hetta vikuskiftið. Onkur smámál vóru og okkurt minni herverk gjørt, so var tað lítið av miklum í mun til onnur vikuskifti.