Nicosia, Cypros: Tað er einki at ivast í, at føroysku áskoðararnir settu sín dám á landsdystin í Nicosia mikudagin. Beint omanfyri 100 fólk vóru í føroyska ferðalagnum, og longu einar tríggjar tímar undan dystinum byrjaðu hesi at gera seg galdandi.
Cantinuøkið við leikvøllin var at kalla hersett, og fáu cypriotisku áskoðararnir, sum vóru komnir til dystin, høvdu snøgt sagt ikki eitt orð at skula sagt. At hesir vóru so fáir í tali, komst einamest av, at Grikkaland um sama mundi leikti landsdyst móti Ukraina, og at sjónvarpingin av hesum dróg meira, enn hugurin at síggja cypriotiska liðið spæla.
Máling og trummur vórðu funnin fram, og so var bara hjá føroysku áskoðarunum at rigga seg til. Málið varð eisini tikið í nýtslu alt fyri eitt, og tó at hetta byrjaði longu tríggjar tímar undan dystinum, so var eisini nakað eftir av málinum til dystin.
Tjóðsangin sungu okkara í øllum førum nakað nógv betri og harðari enn mótstøðufólkini, og størsta partin av dystinum vóru tað eisini okkara, sum vóru tey ljódligastu. Ikki minst var stuðulin ljódligur, tá cypriotar høvdu skorað. »Føroyar, Føroyar« rungaði um stóra leikvøllin, og einki er at ivast í, at hetta eisini var nakað, sum var við til at toga leikararnar uppaftur.
So er spurningurin, hvussu verður í Írlandi. Har ljóðar í øllum førum, at talið av føroysku áskoðarunum verður fleirfaldað. Og hóast írsku mótstøðumenninir tá verða fjølmentari, enn tey á Cypros vóru, og hóast hesir helst eisini kunnu gerast ljódligir við hjálp av eitt sindur av Guinnes, so plaga føroyingar vanliga at hoyrast, har sum teir eru.










