Tað sást og hoyrdist tíðuliga í Basel, at føroyska lidið var rættuliga komið í ringan sjógv hesuferð. Har vóru 25 hitastig og 13.000 sveiskir áskoðarar, sum væntaðu og kravdu nógv av sínum liðið mótu lítlu tjóðini úr norður-atlantshavinum.
Hóast einir 100 føroyskir áskoðarar sótu kroystir saman í eina horninum, og royndu sítt ítasta at stuðla og hjálpa føroyka liðnum gjøgnum ódnarveðið í Basel leygardagin, so vóru tey hjálparsleys móti teim 13.000 úr Sveis.
12. Maður fer á Tórsvølli mikudagin at royna at broyta uppá hetta. Hóast mótgangurin hesuferð verður minst líka stórur sum móti Sveis, so er uppgávan ikki ómøgulig.
Hesuferð eru 6.000 føroyskir áskoðara móti teimum 50 úr Frankaríki, so nú skulu og eiga vit at vinna slagið uttanfyri vøllin, eru boðini frá 12. manni, sum eisini fer at skipa fyri upphiting til dystin. Hetta verður í Bowling-høllini frá kl. 14 á dystardegnum. Millum annað verður skipað fyri andlitsmáling, sølu av fløggum, turrukløðum, nýggju landsliðsblusuni o. ø.