Møtt verður á Café Natúr leygardagin kl. 12, har upphiting stendur á skránni. Ein tíma seinni verður farið í bussarnar, ið koyra inn á Toftir, har dysturin er á skránni klokkan 15.
Tað stendur øllum føroyskum fjepparum frítt at tekna seg til bussferðina, og veðrur hetta gjørt á Kunningarstovuni í Havn. Kostnaðurin er kr. 50 fyri hvønn.










