Regin Egholm, formaður í "12. manni" fegnast stórliga um, at føroysku áskoðararnir stuðlaðu sínum liði so væl í tí sera torføra dystinum ímóti Týsklandi í Hannover í gjárakvøldið.
Regin Egholm útihýsir ikki, at skipað verður fyri øðrum túrum til aðrar útidystir hjá tí føroyska fótbóltslandsliðnum.
Miðlahúsið fekk orðið á Regin Egholm fyrr í dag, og hoyrist samrøðan í einum ljóðbroti her.
Vit tóku eisini eina kykmynd av samrøðuni Hilmar Jan Hansen hevði við Jens Kristian Hansen, fyrrverandi landsliðskempu og núverandi nevndarlimi í 12. manni. Samrøðan var beinleiðis á Rás2 fríggjadagin seinnapartin.