HANNOVER: Føroysku fótbóltsáskoðararnir, tann sonevndi 12. maður, fingu óvæntaðar trupulleikar, tá teir mánadagin skuldu ígjøgnum tollin í Kastrup. Vanliga hava hesir hópin av ymsum skreytlutum við til áskoðararnar, tá farið verður til landsdyst, og hendan ferðin var einki undantak í so máta.
Regin Egholm, sum er formaður hjá áskoðarum, hevði saman við øðrum fingið hendur á einum viðførisvogni, tá allur førningurin skuldi førast til bussin, og sum vant, so varð gingið ígjøgnum grønu sonuna á flogvøllinum, men hetta skuldu tey kanska ikki havt gjørt.
- Ein tollari kom til mín og spurdi, hvat hetta var, sum vit høvdu við. Eg svaraði, at hetta vóru lutir, sum skuldu seljast til áskoðararnar á ferðini, men tá fall hamarin, byrjar Regin Egholm, tá hann skal greiða frá, hvat hendi.
- Tollarin segði tá við meg, at um talan var sølulutir, so skuldi tollur rindast, og hann kravdi at vita, akkurát, hvussu nógv vit høvdu av hvørjum, og hvat hetta skuldi seljast fyri. Vit royndu at greiða frá, hvussu stóð til við hesum, og at hetta ikki hevði verið nakar trupulleiki fyrr, men har var eingin bøn.
- Endin var so, at vit máttu gera eina uppteljing, og hóast vit royndu at undirdríva virðið á viðførinum heilt nógv, so endaði samanteljingin hjá tollvaldinum við, at vit skuldu rinda 11.000 kr., um viðførið skuldi við.
Fingu bótina niður
- Vit søgdu, at hetta kom ikki upp á tal. At so fór alt retur til Føroyar, men hetta vildu teir ikki hoyra talan um. At teir bjóðaðu okkum at gjalda toll, var ein lin revsing sambært teimum, tí vit høvdu gjørt okkum beinleiðis sekar í smugling við at nýta grønu sonuna.
- Tíbetur vistu tey ikki so nógv um Føroyar, og vit søgdu við tey, at vit mest sum ongan danskan pening høvdu. Onkur kom við einum einstøkum føroyskum hundrað-krónu seðli, men hetta munaði sjálvandi lítið, og endin av øllum var so, at vit fingu tingað prísin niður á 5.000 krónur. Partur av hesum varð skaffaður á tann hátt, at ein, sum skuldi taka ímóti okkum á flogvøllinum, tók 2.000 krr. úr eini sjálvtøku, og so mátti hesin koma inn um tollin við pengunum.
- Til stuttleikar kann nevnast, at endaligi prísurin kom niður á 4.300, tí eftir at vit høvdu tingað prísin niður, vísti tað seg, at tollararnir ikki kundi taka ímóti 100 evrum, sum var ein partur av puljuni hjá okkum, og tí fingu vit hesar aftur, sigur Regin Egholm, sum leggur dent á, at hetta hevði hann ongan tíð verið úti fyri áður.
Hann vildi tó ikki fara so langt sum at siga, at hetta kom at merkja øktar prísir á turrikløðum og øðrum, men tað kendist í øllum førum heldur hugstoytt, at fyrstu túsundkrónuseðlarnir skuldu fara somikið illa á ferðini.