Sunset-kappingin
Higartil hevur Stjørnan staðfest seg sum heitasti FM-biðilin. Tað var væl og virðiliga undirstrikað, tá klaksvíkskvinnurnar um vikuskiftið høvdu vitjan av einum Neista-liði, sum í ár tykist hava sett sær fyri at bjóða av heilt frammi á stigatalvuni.
Fyrstu longu løtuna tóktust tær bláu eisini at hava eitt sera gott tak á, og fyrstu 25 minuttirnar hildu tær seg eisini á odda í uppgerðini.
Men so skrædnaði av álvara. Ein blanding av góðum, skjótum og málrættaðum spæli frá Stjørnuni, hildið saman við nærum krampaktigum Neista-spæli, sum leiddi tankarnar móti onkrum tilsvarandi uppgerðum ímóti Stjørnuni í fjør, punkteraði eina og hvørja vón, sum gestirnir annars mundu hava.
Úr 9-11 broytti Stjørnan støðuna til 21-11, og so var leyst og liðugt. Neistin kom betri við, sum seinastu minuttirnir gingu, men nakran veruligan spenning gjørdist talan als ikki um. Leiðslan hjá Stjørnuni var alt ov stór til tess, og við sigrinum settu tær eina feita striku undir, at tær mugu roknast sum fremsti favoritturin í kappingini. Higartil er stigapostin fullur, og tryggi sigurin á Neistanum saman við útisigrinum í Vági gevur ábendingar um, at tær verða sera truplar at taka hjá nøkrum liði í ársins útgávu av Sunset-kappingini.
Neistin hevur hinvegin nú tapt bæði í Vági og Klaksvík, og tað kundi givið ábendingar um, at tað heldur ikki verður í ár, at liðið tekur dystin upp heilt frammi á talvuni. Enn eru tó heimadystir móti teimum báðum sambiðlunum eftir, og so er spurningurin, hvørt tær í hesum dystum kunnu prógva, at tær skulu vera nakað við tónleikin hetta kappingarárið.
Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 28-20 (14-11)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 9(5), Katarina Stepanov 6, Una Olsen 5, Joan Midjord Djordjevic 3, Louisa Andreasen 2, Anna Kristina Samson 2, Bára Skaale Klakstein 1
Neistin: Annika Ljósstein 9(1), Unn Kragesteen 4, Mildrið Jacobsen 2, Annika Thomsen 2, Nicoleta Radu Hansen 2, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: Stjørnan 6, Neistin 3
Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 4
Dómarar: Kári Hansen & Hallur Danielsen










