Komandi leygardag verður árligi aðalfundurin í Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltssambandið boðar frá, at umframt val av nevndarlimum, formansfrágreiðing, lógarbroytingar og annað, verður roknskapurin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2014 eisini lagdur fram.
Ein av lógarbroytingunum, sum skulu viðgerast, er uppskotið hjá FC Suðuroy um at talið av liðum í Effodeildini skal hækkast úr 10 upp í 12 lið. Verður uppskotið samtykt, verða 12 lið at síggja í Effodeildini frá kappingarárinum 2016 at rokna.
Tríggir starvsnevndarlimir standa fyri vali hesaferð. Jógvan Páll Joensen tekur við afturvali, men nú Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen hava valt at takka fyri seg, eru Kristmund Johannesen av Skála og Fróði Danielsen úr Havn innstillaðir.
Aðalfundurin, sum er hin 36. í røðini, verður leygardagin 14. februar kl.13.00 í nýggja FSF-bygninginum við Tórsvøll.