Hetta seinasta árið hava lærarar á Handilsskúlunum tikið eftirútbúgving í Innovatión og íverksetan. Útbúgvingin er fyriskipað av Syddansk Universistet, men hevur verið hildin í Føroyum. Útbúgvingin gevur lærarunum formligar førleikar til at undirvísa á miðnámi í lærugreinini Innovatión, sum verður boðin út í nýggju gymnasialu breytaskipanini.
– Føroya Handilsskúli leggur stóran dent á, at innovatión er ein týðandi partur av skúlans lærugreinaútboðið. Innovatión er grundarlag fyri búskaparligari menning og nýbrotum í vinnuni. Tí hevur tað stóran týding at innovativir førleikar vera mentir í allari skúlaskipanini. Og Handilsskúlin vil fegin ganga á odda í hesari tilgongd, sigur Helena Dam á Neystabø, skúlastjóri.
Føroya Handilsskúli fegnast um, at næmingar vísa innovatión stóran áhuga og hava báðir skúlarnir bjóðað serligar innovatiónsleiðir út, sum av álvara byrja við skúlaársbyrjan í august.
Lærarirnir, ið hava fingið prógv í Innovatión eru:
Hertha Olsen, Hjalti Dalheim, Maria Gregersen, Irdi Jacobsen, Pól Esper Hansen, Kristina Berg, Súsan Klein Gregoriussen, Finn Jensen, Brynhild Høyer, Janus Norðberg, Jákup B. Jensen og Niclas Rasmussen
Á myndini síggja vit frá vinstru: Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla, Kristian Philipsen skeiðsleiðari frá Syddansk Universitet, Maria Gregersen, Hertha Olsen, Kristina Berg, Janus Norðberg, Súsan Klein Gregosiussen, Jákup B Jensen, Finn Jensen, Brynhild Høyer og Hjalmar Hansen, deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali