12 hvalbingar veðurfastir á Lítlu Dímun

Hvalbingar fóru tíðliga í morgun út í Lítlu Dímun á fjall, farið var við sluppini Jóhonnu, fjallskipanin taldi 45, harímillum vóru bæði kvinnur og menn. Veðrið var gott fyrrapartin, og tað gekk hampuliga væl at reka, tøkan liggur um 200 seyðir ella 7 seyðir á hvønn gyllin. Seyðurin er væl fyri, siga teir úr Lítlu Dímun.

Hann øtlaði veðrið, tá tey seinnapartin skipaðu seyðin umborð. Veðrið gjørdist so vánaligt, at tey avgjørdu at gevast. Tey høvdu tá fingið umleið 100 seyðir umborð. Fólkini, sum skuldu við Jóhonnu, men ikki vóru sloppin umborð, máttu ganga suðurum, har veðrið var heldur fragari. Haðani sluppu tey við báti út á Jóhonnu, sum síðan stevndi inn á Hvalba.

Tað eru 12 mans eftir á Lítlu Dímun, Vit tosaðu við teir fyri løtu síðan, tá høvdu teir flett ein seyð, og potturin var komin upp á kók, teir høvdu tað gott, og roknaðu við at sleppa av oynni um middagsleitið í morgin.