12 hava fingið bót fyri at bera burka

Løgreglan í Danmark hevur nú reist 20 ákrærur og givið 12 bøtur til persónar, sum hava brotið lógina um burkaforboð – ella »tildækningsforbuddet«, sum danir nevna tað, ið kom í gildi fyri hálvum ári síaðni. Professari er tikin á bóli av høga talinum.

 

Tað skrivar Kristeligt Dagblad.

 

Tað var tann 1. august í fjør, at eitt av teimum mest umstríddu liltøkunum á útlendingaøkinum í Danmark kom í gildi, lógin um burkaforboð, sum ger tað ólógligt at bera millum annað tey andlitsdekkandi muslimsku klædnapløggini niqab og burka úti alment. Og tað av bótum fyri at bróta lógina er vaksandi.

 

Tøl frá Ríkispolitinum, sum Kristeligt Dagblad hevur fingið innlit í, vísa, at tað til 8. januar í ár eru reistar 20 ákærur og givnar 12 bøtur til 12 ymsar persónar fyri brot á tildekningsforboðið.

 

Tølini koma óvart á Thomas Elholm, revsirættarprofessarar á Københavns Universitet, sum tað koma dátt við , at tølini eru so høg.

 

– Eg hevði ikki trú, at tað fóru at vera so mong eftir einum hálvum ári. Tað eru avgjørt áhugaverd tøl, sigur Thomas Elholm, sum tó tekur tað fyrivarni, at tað ikki er greitt, um allar bøtirnar eru givnarí senn í einum bólki av til dømis niqabkløddum kvinnum. Men tað bendur á, at løgreglan dugir betri og betri at handeva lógina:

 

– Og vit kunnu í øllum førum siga, at reglan er brúkt. Tá løgreglan fer at brúka eina avgerð, fáa tey eisini royndirnar, sum gera, at tað verður lættar at handheva. Tað útilokar sjálvandi ikki, at tað kunnu koma støður, har tað er trupult at meta um, sigur Thomas Elholm.

 

Tær átta ákærurnar, sum ikki hava givið bót, eru í dømum, har tað enn verður mett um, hvørt bót skal gevast, ella har løgreglan hevur valt ikki at geva bót.

 

Í Føroyum hevur Sjálvstýrisflokkurin fyri langari tíð síðani boðað frá, at flokkurin fer at leggja fram lóg um burkaforboð í Føroyum. Flokkurin heldur tað vera sera umráðandi at fáa hesa lógina samtykta »í friðartíð«, sum Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrinum málbar seg. Enn er tó einki lógaruppskot komið frá Sjálvstýrisflokkinum.

 

Umroknað frá donskum tølum, so kunnu vit í Føroyum risikera, at ein umleið ein kvinna kann síggjast við niqab ella burka. Og tá talið av muslimum í Føroyum er lutfalsliga nógv lægri enn í Danmark, so talið av niqab- ella burkaklæddum kvinnum, sum vit eru í vanda fyri at møta á gøtunum, nakað væl minni enn ein.

 

Øll søgan kann lesast í Kristeligt Dagblad lørdag eller på k.dk

kristeligt-dagblad.dk/danmark/12-personer-har-faaet-en-burkaboede