Jóhan Simonsen fer saman við Sandavágs Fornminnisfelagið at opna 12 gamlar handlar í Sandavági í kvøld. Ætlanin er, at tað skal bera til hjá fólki at vitja hesar handlar ið verða prýddir eftir gomlum uppskriftum, so fólk kann fáa eina fatan av, hvussu ein gamal bygdarhandil einaferð hevur sæð út. Fólk kunnu so umframt tað upplivingina fá høvið at keypa ymiskt, ið boðið verður fram í hesum handlum fram til jóla.
Jólatræið í Sandavági verður eisini tendrað í kvøld klokkan 18.00. Albert Ellefsen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin til tiltakið, og David Johannesen, prestur, fer at halda røðu, og hornorkestrið hjá Frelsunarherinum fer at spæla.