12 góð ár í Psykiatrifelagnum

Eftir at hava sitið bæði sum nevndarlimur og sum formaður í Føroya Psykiatrifelag í samfull 12 ár, avgjørdi Sjúrður Norbúð nú at handa stafettina og leiðsluna av felagnum yvir í hendurnar á Kerstin Rasmussen. – Felagið hevur fingið ein góðan formann, segði fráfarandi formaðurin

Seinnapartin í gjár var lítil samkoma í hølunum hjá Psykiatrifelagnum í »Jákupsstovu«, har limir úr felagnum og onnur áhugað vóru samankomin at heiðra fráfarandi formannin og tann nýggja. 


Kerstin Rasmussen helt sjálv fyri, at hon hevði nógv at takka Sjúrða fyri.

- Hann hevur verið sera arbeiðssamur, humoristiskur, diplomatiskur og altíð góður í ráðum. Og so er hann ein ørn, tá talan er um samráðingar, legði hon aftrat. 


Í nevndini í Psykiatrifelagnum eru umframt Kerstin Rasmussen eisini Marner Tausen, Don Petersen, Sveinbjørn Olsen og Kári Niclasen.

Tiltakslimir eru Guðrið í Bartalsstovu og Sølva Heinesen.


Í tryggum hondum

Nú Kerstin Rasmussen hevur lagt til brots við nývaldu nevndini, hevur hon sjálv nøkur hjartamál, sum hon ynskir at fremja í framtíðini.

Fyrst og fremst ætlar hon at leggja stóra orku í at samstarva við limirnar í hennara egna felagi, men eisini við millum annað onnur fakfeløg og arbeiðsgevaran. 


- Tað er altíð gott at kenna avmarkingar, men ikki minst førleikarnar hjá einum sjálvum, men eisini hjá øðrum. Á henda hátt kunnu vit gagnnýta vitanina hjá hvørjum øðrum, legði hon dent á. 


Eitt serligt samstarv hevur verið við Almanna- og Heilsurøktarfelagið, har feløgini samráddust saman og fingu ein sáttmála í hús, sum báðir partar vóru nøgdir við. 


Eitt tað fyrsta, ið farið verður í holt við er verkætlanin sum umfatar eina uppskúling av pleygarum til heilsurøktarar. Pleygarar eru ein fakbólkur við fleiri limum, men hvørs útbúgving ikki er til longur.

Sjúrður Norðbúð segði í síni takkarrøðu, at hetta høvdu verið 12 góð ár í nevndini. 


- Eg haldi, at Psykiatrifelagið hevur fingið ein góðan formann. Felagið hevur nógvar stórur uppgávur at loysa í framtíðini. Men í hondunum á Kerstin, er felagið í tryggum hondum, legði Sjúrður Norðbúð dent á.