12 fólk fingu í dag skaða í sambandi við turbulens á flogferð úr Doha til Dublin.
Tað skrivar Dublin Floghavn á sosiala miðlinum X.
Hendingin fór fram, minni enn eina viku eftir at ein bretskur maður doyði av hjartatilburði, sum hann fekk av turbulensi undir flúgving úr London til Singapore. Eftir tann túrin eru minst 40 fólk innløgd á sjúkrahús.
Flogvøllurin í Dublin skrivar, at tey 12 skaddu fólkini eru seks ferðafólk og seks starvsfólk umborð á flogfarinum.
Turbulensur var, tá flogfarið var yvir Turkalandi. Neyðhjálparstarvsfólk stóðu til reiðar at taka ímóti teimum skaddu, tá flogfarið lendi í Dublin stutt fyri klokkan 13.
Øll ferðafólkini vórðu kannað fyri skaðar, áðrenn tey fóru úr flogfarinum. Átta ferðafólk vórðu síðani send á sjúkrahús, skrivar flogvøllurin í Dublin.
Einki verður sagt um, hvussu stóran skaða tey hava fingið.
Ferðafólk hava sagt, at trubulensurin vardi í minni enn 20 sekund og var, meðan matur og drikkjuvørur vórðu borið ferðafólkunum. Tað upplýsir írska sjónvarpsstøðin RTE sambært Reuters.
Qatar Airways upplýsir sambært tíðindastovuni, at »eitt minni tal« av ferðafólkum og manning hava fingið minni skaða undir flogferðini og hava fingið læknahjálp.
Flogfarið var av slagnum Boeing 787 Dreamliner.
Vanlukku, sum henda av turbulensi, eru tær mest vanligu vanlukkur á flogferðum. Tað staðfestir ein kanning frá 2021, sum amerikanskir flutningsmyndugleikar gjørdi, skrivar Reuters.
Frá 2009 til 2018 var meira enn triðja hvør fráboðaða vanlukka á flogferð av turbulensi. Tær flestu av teimum høvdu ein ella fleiri álvarsliga skadd, men ongan skaða á flogfarið.
/ritzau/