-Tað eru 12 føroyingar saknaðir á sjónum, teir flestu eru menn. Enn er sjálvandi og tíðliga at gita um nakað út frá tí vit vita, men fleiri av teimum saknaðu passa til tað, sum vit higartil vita, sigur Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni, við Sosialin.
Arbeiðið at eyðmerkja beinagrindina, sum varð funnin í farnu viku, er byrjað. Hósdagin var beinagrindin send til Danmarkar til nærri kanningar.
- Vit eru ógvuliga spent uppá at fáa sett navn á, hvørjum hendan beinagrindin stavar frá, sigur Jón Klein Olsen.
Tað ber ikki til hjá løgregluni at siga, hvussu leingið beinadringin hevur ligið í sjónum, annars hevði tað verið nevnt í frágreiðingini hjá løgregluni.
Jón Klein Olsen vísir á, at tað ikki ber til at siga nakað enn, tí vit hava áður havt fleiri persónar, ið eru farnir á einum stað, og komnir aftur í aftur eitt annað stað.
- Tað er ikki annað at gera enn at brynja seg við tolni, sigur Jón Klein Olsen.










