12 flogfør í Vágum í senn

Metini hjá Vága Floghavn í dag vóru fleiri. Eitt teirra var, tá 12 flogfør í senn stóðu parkeraði við vøllin

Tað hevur ikki verið ein vanligur fríggjadagur á Flogvøllinum í dag. Metnógv flogfør hava sett seg, eitt metstórt flogfar hevur sett seg, og eitt skifti vóru 12 flogfør í senn við vøllin.

- Samanlagt hava tað verið 14 ymisk flogfør á flogvøllinum í Vágum higartil í dag. Tey koma úr eitt nú Danmark, Bretlandi, Fraklandi, Sveits og Eysturríki. Í dag verður mett at tað verða einar 30-40 komur og nakað tað sama av fráferðum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn. Sagt verður av flogvøllinum at tað hevur gingið stak væl at fáa ferðsluna frá hondini, og at ferðafólkini lata væl at tænastuni sum tey fáa í Føroyum.