Vegna vánaliga koyring vóru 11 ferðsluóhapp í hálkuni um vikuskiftið. Eisini kom ein á sleðu í trupulleikar Ongin álvarsamur skaði var, hóast tað tvær ferðir vóru boð eftir alarmsentralinum.
Eisini vóru tveir seyðir árendir. Hetta hevur bara við sær, at bóndin verður fráboðaður.
Ein ambulansi var eisini sendur niðan á Oyggjarvegin, har ein fekk skaða á sleðu. Viðkomandi hevði fingið ilt í ryggin.
? Hetta er ein nakað óvanligur tilburður, sum bara hendir um veturin, vísir vakthavandi á politistøðini í Havn á.









