12 fólk eru deyð í einum hópskottilburði í einum kommunalum umsitingarbygningi í statinum Virgina seint í gjárkvøldið okkara tíð.
Tað sigur løgreglan á staðnum í býnum Virgina Beach á einum tíðindafundi í nátt sambært fleiri amerikanskum miðlum.
Samstundis eru fýra fólk særd.
Boðað varð fyrst frá í nátt um 11 deyð, men ein persónur er deyður seinni á veg á sjúkrahúsið.
##med2##
Skottilburðurin var seinnapartin í gjár umleið klokkan fýra lokala tíð í einum umsitingarbygningi, sum liggur nærindis ráðhúsinum í Virginia Beach.
Sambært løgregluni er mistonkti illgerðarmaðurin deyður. Hann varð dripin í skotbardaga við tungt vápnaðar løgreglumenn, sum komu á staðið stutt eftir at hava fingið fleiri neyðfráboðanir.
Eisini ein løgreglumaður varð raktur av skotum, men ein skottryggur vestur bjargaði honum lívið.
Tann mistonkti illgerðarmaðurin var ein, sum í mong ár hevði arbeitt í deildini hjá býarstýrinum fyri almenna bygging. Tað sigur James Cervera, løgregluovasti í Virginia Beach, sambært tíðindastovuni AP.
Hann sigur víðari, at illgerðarmaðurin fór at skjóta ímóti starvsfólkum í bygninginum og skeyt tilvildarliga ímóti teimum, sum vóru til staðar.
Løgreglan heldur, at tann mistonkti illgerðarmaðurin var einsamallur um gerðina.
Borgarstjórin í býnum, Bobby Dyer, sigur í eini fráboðan, at tað er »tann ræðuligasti dagurin« og søgu býarins.
Megan Banton, eitt av kommunalu starvsfólkunum, sum var í bygninginum, tá skottilburðurin fór fram, sigur við AP, at hon skjótt byrgdi fyri dyrnar til skrivstovuna hjá sær og ringdi til alarmsentralin.
– vit royndu at gera lat, sum vit kundu fyri at fáa øll úr vanda. Vit eru øll skelkað.
– Tað kennist ikki veruligt, tað var sum ein marra, sigur hon.
Á skrivstovu hennara vóru umleið 20 fólk til arbeiðis, tá illgerðarmaðurin fór at skjóta.
Ein talspersónur fyri amerikanku samveldisløgregluna, FBI, sigur, at samstarvað verður við lokalar myndugleikar á illgerðarstaðnum.
Bygningurin, har skottilburðurin fór fram, hýsir fleiri ráðum og skrivstovum við ábyrgd fyri býarmenning, almenna bygging og fyriskipan. Tað sigur eitt umboð fyri býarstýrið við tíðindastovuna Reuters.
/ritzau/