Vanliga vitja nógv fólk í Nólsoy á ovastevnuni, og á Strandferðsluni hava tey gjørt seg út til at flyta øll fólkini aftur fram.
Ikki færri enn 12 eykatúrar verða gjørdir leygardagin og sunnunáttina, framgongur á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Hartil verður skrivað, at talan møguliga verður um aðrar eykatúrar afturat, um tørvur verður á hesum.