Ein tyrla hevur hjálpt 12 dønum, sum komu í neyð uppi á fjallinum Monte Cinto á fronsku miðjarðarhavsoynni Korsika. Myndugleikarnir siga, at danirnir, sum vóru millum sjey og 77 ára gamlir, vóru á veg niðan á fjallið, tá illveður kom á teir. Tað mesta av líðini er hella, og tá tað brádliga fór at regna, bleiv hellan so hál, at teir donsku ferðamenninir sluppu hvørki niðaneftir ella omaneftir.
Ein talsmaður fyri bjargingartænastuna á Korsika sigur, at tey donsku ferðafólkini vóru ikki skødd til ferðina niðan á Monte Cinto. Summi vóru í sandalum. Tá tyrlan kom til teirra, vóru seks av dønunum so kaldir, at tyrlan mátti flyta tey á sjúkrahús. Hini seks vórðu flutt á eina sløkkiliðsstøð.










