12 City-fjepparar bjargaðir

Fyri at koma í heilum líki til Føroya, leigaðu teir ein 72 føtur langan trolara. Hesin skuldi sigla teir úr Hetlandi til Føroya

Áðrenn komið var so langt koyrdu teir frá Manchester til Aberdeen, og sigldu hiðani til Hetlands. Men tá teir eftir longu ferðina, skuldu taka seinasta takið, sum skuldi føra teir til Føroya, sýtti skiparin fyri at leggja frá landi, tí aldurnar vóru ov stórar. So vóru góð ráð dýr, men enska blaðið The Sun tók stig til at flyta trúðføstu fjeppararnar til Føroya. Saman við Atlantsflog syrgdi blaðið fyri, at teir 12 sluppu til Føroya í øllum góðum. Við á ferðini til Føroya var Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Hann er sjálvur United-fjeppari, men vísir í The Sun á, at Mark Hughes hevur spælt við United. NSÍ tapti 3-0 á útivølli.