Entreprenørfyritøkan J.H.R. er farin í holt við at planera fyri 12 nýggjum grundstykkjum á Bøvegi í Fuglafirði. Á hesum øki er gott útsýni yvir fjørðin.
Tað er ein tíð síðan, at Fuglafjarðar kommuna læt vegin til grundstykkini gera, og í eina tíð hevur verið upp á tal eisini at gera grundstykkini byggibúgvin.
Tað er hetta, sum nú verður gjørt, og í mars mánaði næsta ár væntar Fuglafjarða kommuna at kunna selja grundstykkini til fólk, sum vilja byggja um hesar leiðir í kommununi.