Feløgini í Samtak hava gjørt eitt serstak skjal, har lagt verður upp til hvussu tey ynskja at samfelagið verður skipað.
- Komandi fýra árini eru rættiliga týdningarmikil og vera avgerandi fyri, hvørjar Føroyar politiska landslagið ynskir at byggja, slær Samtak fast.
Sagt verður, at tað eru nógv vegamót fyri framman: Ein nýggjur fiskivinnupolitikkur skal orðast; nýggj kommunuskipan skal setast í gildi; nýggj fyriskipan fyri fólkaskúlan skal gerast og ein broyting á pensjónsøkinum stendur ovarlaga á listanum yvir øki, sum væntandi vera broytt.
- Men onnur arbeiðsmarknaðarlig og sosialpolitisk mál eru eisini, sum treingja til dagføringar, slær Samtak rimmarfast.
Feløgini í Samtak ynskja at seta nøkur av hesum málum umframt onnur við á politisku dagsskránna, og hava niðanfyri skrivað ynski okkara til eitt komandi løgting og samgongu.
- Vit vóna, at valevnini og flokkarnir vilja arbeiða fyri hesum valynskjum, sum vit halda kunna gera Føroyar til eitt betri, rúmligari og rættvísari samfelag at búgva í, verður sagt í áheitanini, sum Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag,
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Tey 12 punktini í Samtak-skjalinum kunnu annars lesast á heimasíðuni hjá Samtak - www.samtak.fo