Greitt er nú, at tað, sum fornfrøðingar funnu í Minya-økinum, sunnan fyri høvuðsstaðin Kairo í Egyptalandi, vóru 12 balsameraði børn, nakrir vaksnir menn og kvinnur og seks djór. Samlaða talið av mumium er 50, vita Reuters og AFP at siga.
Mett verður, at hesar mumiur eru meira enn 2000 ára gamlar, men tær eru allar í góðum standi. Í Egyptalandi sigur ráðið, sum umsitir slíkan fornfrøðiligan útgrevstur, at líkini eru vovin inn í lørift og skrýdd við sonevndari demotiskar skrift, sum hevur sín uppruna í Egyptalandi.
- Samleikin hjá balsameraðu líkunum er ókendur, men mett verður, at talan hevur verið um virðilig fólk í umhvørvinum. Hetta sæst á mátanum, tey eru balsameraði, sigur Mostafa Waziri, sum er aðalskrivari í ovasta ráðnum í Egyptalandi, sum tekur sær av gamlari søgu.
At djór – serliga hundar – eisini eru balsameraði, vísir, hvussu stóran týdning kríatúrini hava havt fyri tey deyðu. Mohamed Ragab, ein av fornfrøðingunum, ið stóð fyri grevstrinum, sigur, at hesi djór vóru teimum deyðu so kær, at tey ynsktu, at djórini vórðu jarðað í somu grøv sum familjan.
Balsameraðu líkini vórðu funnin í fýra gravum á níggju metra dýpi.










