12 bólkar vilja royna seg

12 bólkar hava higartil tryggjað sær pláss til innleiðandi umførini í tónleikakappingini Sement, sum verður hildin í Perluni í næstum. Nú skal kappingin Sement aftur finna teir bestu ókendu bólkarnar í Føroyum, og verður kappingin 16. og 23. januar. Higartil hava 12 bólkar meldað seg til kappingina, men enn eru nøkur pláss eftir.

Bólkar og einstaklingar kunnu melda seg til kappingina og sement@fabrikkin.fo innan leygardagin.