12 % av teimum ungu trívast illa

Nøkur børn og ung í høvuðsstaðarøkinum kenna seg einsamøll og hava ikki nøkur ítriv. Fleiri av hesum sita í meira enn fimm tímar um dagin við telduna


BØRN OG UNG
 
 
Í Tórshavnar Kommunu eru nakrir avbyrgdir ella marginaliseraðir ungdómsbólkar, sum ikki trívast, verður staðfest í nýggja álitinum. 12 % av teimum ungu siga seg nevniliga ikki hava nakrar vinir, samstundis sum tey hvørki hava nøkur ítriv ella áhugamál. Hesi trívast ikki í skúlanum og koma sjáldan út millum fólk.
Ein lítil bólkur  eini 6 % - spælir við teldu meira enn 5 tímar um dagin. Hetta er eisini við til at gera tey einsamøll, og hesi trívast lutfalsliga verri í skúlanum enn hini. Hetta samsvarar eisini væl við aðrar nýggjar kanningar, ið vísa, at ovurnýtsla av teldum førir við sær, at tey ungu verða sosialt avbyrgd  og koma inn í eina ónda ringrás.
13 % av teimum ungu, ið verða roknað sum marginaliserað, svaraðu, at teimum dámdi best at lesa í frítíðini, men lutfalsliga nógv av teimum hyggja nógv í sjónvarp, altso meira enn fimm tímar um dagin.
Bert 15 % av teimum eru limir einum ítróttarfelag.
Til spurningin, um tey so eru virkin í kristnari samkomu, svaraðu 30 %, at tey komu í eina kristna samkomu minst eina ferð um vikuna. Hetta er eitt sindur fleiri enn hjá heildini, har svarið var 27 %.
 
Framhaldsdeildin endurskoðast
 
Annars eru ikki nógv ung, ið dámar sera væl at ganga í skúla, eins og tølini á talvuni vísa. Tey ungu siga, at fremsta orsøkin til, at teimum dámar at ganga í skúla, er, at tey eru saman við floksfeløgunum. Í skúlanum hava tey nógv vinfólk. Nøkur nevna enntá eisini, at teimum dámar væl at nema sær lærdóm í skúlanum. Onnur siga, at tey høvdu kett seg, um tey einki høvdu at fara upp til í gerandisdegnum.
Hinvegin siga fleiri, at teimum ikki dámar undirvísing ella heimaarbeiði, tí tey halda undirvísinginavera keðiliga og lítið spennandi. Fleiri siga enntá, at lærararnir eru vánaligir og gera tímarnar keðiligar. Stutt sagt verður skúlin sagdur at vera ov stirvin.
Álitið staðfestir, at umstøðurnar til fríkorter og matarsteðg eru ov vánaligar. Tú verður mælt til, at skipanin við framhaldsdeildum og 10. flokki verður endurskoðað, og at Tórshavnar Kommuna setir sær nøkur útbúgvingarpoltisk mál fyri framtíðina.