12,5 milliónir í endurgjaldi til Høgna Mikkelsen

Tað er ikki hissini upphædd, ráðgevandi verkfrøðingurin Uni Patursson, er dømdur at rinda Høgna Mikkelsen í endurgjaldi. Høgni Mikkelsen var byggiharri yvir samanbygdu húsini í Hoyvik, sum vóru fongd við fukti.

Í dag hevur Eystari Landsrættur felt dóm í sakarmálinum millum Høgna Mikkelsen og Una Patursson. Kringvarpið sigur, at Uni Patursson skal gjalda byggiharranum 12,5 milliónir krónur í endurgjaldi, umframt at hann skal rinda eina slaka millión í sakarmálskostnaði og prosentrentu frá 30. mai 2006.

Málið hevur fyrr verið fyri í Føroya Rætti. Tá fekk Høgni Mikkelsen ikki viðhald og kærdi til Landsrættin.

Tað var frá 1998 til 2001, at Høgni Mikkelsen bygdi samanbygdu húsini í Jørundargøtu og Torkilsgøtu í Hoyvík. Eftir at húsini vóru seld fóru tey at fukta illa, umframt undirlendið ikki var nóg gott.

Smápartafelagið hjá Høgni Mikkelsen varð siðani kravt eftir endurgjaldi av teimum, sum keyptu húsini. Sambært Kringvarpinum fingu eigararnir millum 300.000 og 650.000 krónur í endurgjaldi.

Hesar pengar hevur Høgni ynskt at fáa endurgoldið frá Una Patursson og HMP Consult, sum hann metti høvdu ábyrgdina. Sambært Kringvarpinum skal HMP Consult ikki rinda nakað endurgjald. Tað gjørdi Føroya Rættur greitt, og tað staðfesti Eystari Landsrættur fyrrapartin.

Hinvegin skal Høgni Mikkelsen rinda HMP Consult 150.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Landsrætturin sigur hinvegin, at Uni Patursson gjørdi mistøkini í verkætlanini, áðrenn HMP Consult varð stovnað. Tí kann felagið ikki hefta fyri tey. Uni Patursson var sjálvur við til at stovna felagið, og hann var stjóri í felagnum fyrstu árini.

- Upplýst var í Landsrættinum, at Uni Patursson hevði onga trygging fyri hetta arbeiðið, sigur Kringvarpið.