12-14 summarhús byggjast á Sandi

Nú er rættilig ferð komin á jørðarbeiðið undir nýggja summarhúsøkinum á Sandi.

- Nú er rættilig ferð komin á jørðarbeiðið undir nýggja summarhúsøkinum á Sandi. Tađ er fyritøkan Articon, ið hevur sín uppruna á Sandi, sum eigur økið, og sum nú ger tað byggibúgvið.

 

Tað skrivar Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, á sínari Facebook-síðu í kvøld.

 

Hann sigur, at hann tosaði við ein av eigarunum av ætlaðu summarhúsunum nú ein dagin, og hann læt væl at eftirspurninginum eftir summarhúsum.

 

- Ætlanin er, at 12-14 summarhús skulu setast upp. Hetta verða hús í tveimum sniðum. Talan er um eina lidnað loysn, har byggiharrin ger uttanumøkiđ, vegir og alt annað liðugt, og síđan verða húsini seld.

 

Brandur Sandoy heldur, at í ferðavinnuhøpi hevur henda verkætlan stóran týdning, tí jú fleiri fólk, sum kunnu fáast í oynna, jú fleiri avleiddar vinnur fáast burtur úr í oynni. 


 

- Summarhúsøkið liggur í einum serstakliga vælvaldum og vøkrum umhvørvi viđ góðum útsýni, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.