Páll Isholm hevur savnað saman 1196 føroysk orðatøk, sum í morgin koma út í bók. Fátt er betri eitur nýggja bókin, ið inniheldur 1196 orðatøk á føroyskum. Bókin savnar og skipar føroysk orðatøk, so lætt er at finna hóskandi orðatak til eitthvørt høvi.
Bókin er skipað í tveir partar: Í fyrra partinum eru orðatøkini skipað eftir innihaldi og í seinna partinum í bókstavarøð.
Páll Isholm hevur ritstjórnað bókina, sum kemur út á Forlagnum Brattalíð í Gøtu.










