Nýggjasta uppgerðin hjá Statens Seruminstitut vísir, at Danmark seinasta samdøgnið hevði 1195 nýggjar covid-19 tilburðir. Hetta er størsta tal av smittaðum í eitt samdøgur síðan hin 6. november. Nýggjastu tølini í Danmark vísa, at smittan enn ikki er undir eftirliti, soleiðis sum ynskiligt hevði verið.
Leiðandi yvirlæknin á Ríkissjúkrahúsinum, Åse Bengård Andersen, heldur ikki, at tølini seinastu dagarnar hava víst, at korona-støðan í Danmark er undir eftirliti. Hon sigur seg heldur vera órógvað av, at tølini heldur tykjast veksa enn minka. Soleiðis, sum støðan er beint í løtuni, er ábendingin, at smittutølini er veksandi.
Í løtuni liggja 267 fólk á sjúkrahúsum í Danmark við civid-19, og hetta er størsta tal síðan í endanum av apríl. Leiðandi yvirlæknin heldur, at eisini her ganga tølini skeiva vegin. Av teimum 267, sum í løtuni liggja á sjúkrahúsi, liggja 44 á intensivari deild, harav 27 liggja í respiratori. Higartil eru 764 fólk í Danmark deyð, síðan herviliga farsóttin tók seg upp í mars í ár.