Altjóða hagtøl eru gjørd upp fyri 2012 sum vísa, hvussu nógv fólk vórðu bitin av hávi í hesum ári í mun til undanfarið ár.
Tølini vísa, at hávar settu tenninar í 118 fólk í 2012, men tað vóru bert sjey av hesum, sum lótu lív. Hetta er út við helmingurin færri enn tey, sum lótu lív árið fyri. Í 2011 var talið av teimum, sum doyðu, nevniliga 13.
Tað er ISAF's (The International Shark Attack File), ið ger tølini upp, og tølini vísa, at tað er ikki so ofta, at fólk doyggja av hávaálopi.
Talið av álopum frá hávi hevur annars verið veksandi seinastu árini.
Orsøkin er kortini ikki, at hávurin er svangur og er vorðin meiri glúpskur.
- Fólkatalið á jørðini veksur, og tí eru tað fleiri fólk, sum brúka meiri tíð við sjógvin, sigur The International Shark Attack File.