118 ára gamla vil ikki bera olympiska eldin kortini

Hon skuldi verða kyndilsberari, men nú stúrir hon fyri, at hon kann bera covid-19 inn á ellisheimið, har hon býr, um hon fer at luttaka.

 

 

Ætlanin var, at heimsins elsta núlivandi menniskja, 118 ára gamla japanska, Kane Tanaka, skuldi verða kyndilsberari í samband við olympisku summarleikirnar í Tokyo, men nú hevur hon gjørt greitt, at hon vil ikki luttaka kortini. Orsøkin er sambært Sky News óttin fyri koronu.

 

- Vit fingu ein teldupost frá familju hennara. Har stóð, at Kane Tanaka ynskti at geva avboð, tí hon og familja hennara stúra fyri, at hin 118 ára gamla kann koma at bera covid-19 við sær inn á ellisheimið, har hon býr, sigur ein talsmaður fyri olympisku nevndina.

 

Kane Tanaka er fødd í 1903 í einum rættiliga nógv øðrvísi Japan, enn landið er í dag, nú Japan er eitt av stórveldunum. Hon býr á oynni Kyushu í Fukuoko, sum er í syðra parti av Japan. Hin 118 ára gamla var gift manninum, Hideo Tanaka, sum doyði í 1993, eftir at tey bæði høvdu verið í hjúnalagi í 71 ár.

 

Hóast hon nú er heimsins elsta menniskja, hevur hon ikki altíð verið frísk. Hon hevur havt fleiri álvarsligar sjúkur á lívsleiðini, og eitt nú hevur hon fleiri ferðir verið krabbasjúk. Hin gamla hevur sagt, at hon ynskir at liva, til hon verður 120 ár.

 

Tað var í mars í 2019, at Kane Tanaka varð útnevnd at vera elsta núlivandi menniskja á jørðini. Á ellisheiminum, har hon býr, gongur hon viðhvørt stuttar túrar eftir gongini, veit Sky News at siga.

 

##med2##