117 færri løntakarar síðani juni

Í september mánaði í ár vóru 23.601 løntakarar, og er tað triði mánaðurin á rað við eini lítlari afturgongd. Tilsamans vóru 117 færri løntakarar í september enn í juni, tá tað vóru 23.718 løntakarar. Afturgongdin frá juni til september er 0,5%.

Í desember 2010 vóru 23.849 løntakarar. Síðan var eitt stórt fall, og eitt ár seinni, desember 2011, vóru 23.515 løntakarar. Afturgongdin var 334. Í 2012 hava tað verið nakað fleiri løntakarar enn í 2011, flest vóru í juni tá 23.718, men síðan tá er tað minkað við 117.

Síðan desember 2010 hevur tað serliga verið afturgongd í privatum tænastuvinnum. Har vóru 8.007 løntakarar í desember 2010, men í september 2012 vóru tað 7.795 ella 212 færri. Eisini í byggivinnu, fiski- og alivinnu eru færri løntakarar nú enn í desember 2010. Í byggivinnuni eru tað 88 færri og í fiskivinnuni 59 færri. Í almennum tænastum eru 87 fleiri løntakarar nú enn í desember 2010.