Fólkatalið minkaði við 117 fólkum frá november í 2011 til oktober 2012. Tað vísa tøl frá Hagstovuni.
Burðaravlopið hetta sama tíðarskeiðið var 193 og nettofráflytingin 310.
Hetta hevði við sær, at fólktalið í Føroyum minkaði við 117 fólkum.
Størsta fráflytingin er úr Streymoyar Sýslu, tá Tórshavn økið ikki telur við. Her er fólkatalið minkað við 79 fólkum.
Tølini vísa annars, at fólkatalið í Suðuroy er vaksið við 24 fólkum. Í Tórshavn vaks fólkatalið frá november 2011 til oktober 2012 við 10 fólkum.










