116.000 vitjaðu Býarbókasavnið

Tá um ræður talið av vitjandi, setti Býarbókasavnið í Havn met í 2013

 

 

Býarbókasavnið í Havn hevði í 2013 nógv fleiri vitjanir enn nakrantíð áður. Í tíðindaskrivi sigur Bókasavnið, at næstan 116.000 vitjaðu í 2013, meðan talið fyri 2012 var 104.000. Sostatt hevði Býarbókasavnið 12.000 fleiri vitjanir í 2013 enn í 2012 – ein framgognd upp á 12%.

 

Hóast nógv fleiri nú brúka Býarbókasavnið, so er útlánið av bókum og øðrum útlánstilfari lækkað nakað í 2013 samanborið við 2012. Útlánið var í 2013 gott 90.000 lán, meðan tað í 2012 var 102.000. Her er talan um eina lækking á nærum 12 % í útlánum.

 

- Hesi tøl vísa, at tey, sum brúka Býarbókasavnið, ikki bara koma fyri at læna bøkur og annað tilfar, men at tey í vaksandi mun eisini brúka bókasavnið sum eitt stað, har tú sum borgari eisini fært atgongd til onnur mentanartilboð og upplivir annað og meira enn tað at læna bøkur.

 

- 2013 var eitt ár við sera fjølbroyttum virksemi hjá Býarbókasavninum. Eitt nú vóru nógv almenn tiltøk hildin, so sum bókakaféir, bindikaféir, bókaframløgur, yrkingaupplestur, skrivikafé, fyrilestrar, framsýningar, spælidagar og telving, umframt at fleiri lesiringar vórðu settir á stovn í 2013, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

Eisini gjørdu Býarbókasavnið og kafé Nero í tveimum umførum, í juli-august og í desember, royndir við at hava opið út á kvøldið og sunnudagar.

 

Útlánið av bókum á føroyskum og enskum er hækkað nakað í 2013 í mun til 2012. Eisini er fjarlánið, tað eru lán frá øðrum bókasøvnum, vaksið eitt vet, og er tað helst eitt úrslit av vaksandi talinum av fjarlesandi, sum brúka Býarbókasavnið.

 

- Lækkingin í útláninum sæst serliga aftur í útláninum av filmum og útlendskum bókum, serliga bókum á donskum. Lækkandi útlánið av filmum stavar helst frá, at alsamt fleiri fáa atgongd til filmirnar gjøgnum nettænastur sum Netflix. Lækkingin í láninum av bókum á donskum er helst tekin um, at lánarar í alsamt størri mun velja føroyskt og enskt fram um danskt, tá ið tað letur seg gera, skrivar Býarbókasavnið í Havn.