115 konfirmantar á legu í Nólsoy

Hetta er nú annað árið á rað, at lega fyri konfirmantar er í Nólsoy

- Legurnar eru vanliga í Nesvík, men í fjør gjørdist ov trongligt har, og tí endaðu vit í Nólsoy við einum parti av konfirmantunum. Í fjør vóru vit 90 konfirmantar, í ár eru vit 115, sigur Anne Mette Greve Klemensen, ið er ein av sjey prestum á leguni í Nólsoy.??
Men hvat hendir so á legunum.??
- Vit skulu sjálvandi læra nakað, men vit skulu eisini hugna okkum saman. Høvuðsevnið hesaferð er gudstænastan, hvussu hon er bygd upp, og hvussu kirkjan er bygd upp, sigur Anne Mette Klemensen.??
Ein partur er at hugna sær saman, og í góða veðrinum leygardagin runnu allir konfirmantarnir postarenning.??
- Í ár eru vit sum nevnt 115 konfirmantar, og teir koma frá Fuglafjarðar prestagjaldi, Norðstreymoyar prestagjaldi, úr Suðuroy og av Viðareiði, sigur Anne Mette Klemensen.??
At tað júst gjørdist Nólsoy var ikki heilt av tilvild.??
- Her var møguleiki fyri at lána hús, og her er bæði stórur skúli, bygdarhús, missiónshús og kirkja. Og so er tað jú so vælsignað friðarligt eisini, burturi frá bilum og larmi, sigur Anne Mette Klemensen.??
Tað krevur nógv at halda eina slíka legu við so nógvum konfirmantum.??
- Vit hava nakrar hjálparar við, og tað eru fólk, sum vit kenna, ið sjálvboðin eru við. Eisini eru onkur foreldur við og onkur frá kirkjuráðunum. Og tey gera so alt tað praktiska arbeiðið, so sum at gera mat og tílíkt, sigur Anne Mette Klementsen.??
Alt ferðalagið kom út til Nólsoyar við Ternuni klokkan 16.20, og tey fóru inn aftur sunnudagin klokkan 13.30 úr Nólsoy.??
Myndin er tikin í kirkjuni í Nólsoy, har konfirmantarnir savnaðust undan »lagkøku-postarenningini« klokkan trý leygardagin.