Teir 1144 jólapakkar eru farnir til manningarnar á 101 skipi. Talan er um 68 fiskiskip, 17 handilsskip, 14 frálandaskip og 2 vaktarskip.
28 av skipunum eru ikki heima á jólum, tey eru 1 fiskiskip, 14 handilsskip og 13 frálandaskip.
Í fjør læt Sjómansmissiónin 1225 jólapakkar umborð á 105 skip.
Tað er Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, ið samskipar uppgávuna, at allir sjómenninir fáa jólapakkar.
Eitt av seinastu skipunum, har sjómanstrúboðarin vitjaði umborð fyri jól, var Havfrakt. Skipið lá á Fuglafirði, tá ið sjómanstrúboðarin vitjaði.
Harry Hansen og Ingvar Hentze, eru ávikavist skipari og stýrimaður á Havfrakt.
- Vit komu úr Norra og skulu aftur til Norra við alifóðri frá Havsbrún. Vit sigla beinleiðis til alibrúkini og hiva síðan fóðrið uppá aliflakarnar. Eftir tí, norsku alararnir siga, so elskar norski laksurin føroyska fóðrið, so tað ljóðar hugaligt, siga Harry og Ingvar við facebooksíðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
##med2##
Seks mans eru við Havfrakt, og teir hava fingið jólapakkar frá Sjómansmissiónini.
 Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð tollaksmessudag og heilsaði uppá menninar.
 Tíð var eisini til prát, drekka og bøn.
Sjómansmissiónin ynskir øllum sjófólkunum Guds signing, varðveitslu og eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.













