Klaksvík:
- Eg eri sera glaður fyri at hava verið við til at skipa fyri einum slíkum tiltaki til frama fyri fólkaheilsuna, og eg má viðganga, at eg var púra ovfarin av stóru undirtøkuni. Veðrið var jú ikki av tí besta, sigur Niklas Heri Jákupsson, leiðari á Shell-støðini í Klaksvík. Hann leggur afturat, at Hjartafelagið, sum fleiri ferðir fyrr hevur mátað blóðtrýstið hjá fólki til slík tiltøk, ongantíð hevði havt so nógv at gera, sum hendan dagin í Klaksvík. Eisini Astma- og Allergifelagið var við og mátaði lunguorkuna hjá luttakarnum.
Yvirhálaður av barnavogni
44 ára gamli Jákup Ludvík Lydersen, lastbilaførari úr Haraldsundi, var ein av teimum, sum rann styttra teinin. Jákup Ludvík hevði sett sær fyri at kanna, hvussu stóð til við konditiónini, eftir at hann seinastu 14 mánaðirnar stórt sæð bara hevur sitið á afturpartinum í førarahúsinum í lastbilinum, sum hann tekur til.
- Eg hevði gott mót at byrja við, men longu tá eg kom fram við Statoil støðini, føldist tað, sum eg rann í froskmannafitjum. Og tað var ikki beinleiðis stimbrandi fyri sjálvsálitið, tá eg løtu seinni bleiv yvirhálaður av einum manni við barnavogni. Tað kundi eg ikki hava sitandi á mær, so eg beit tennirnar saman og gjøgnumførdi. Tá var eg eisini meir deyður enn livandi, so eg kom á mál í berum treiskni, sigur Jákup Ludvík.
Rennitúrurin leygardagin hevur givið lastbilaføranum úr Haraldsundi nakað at hugsa um. Tað er als ongin ivi um, at nógvir lastbilaførarar hava ein sera ósunnan livihátt við lítlari rørslu og langum arbeiðsdøgum, og tað slepst ikki undan, at hetta gongur út yvir heilsuna, sum frá líður, sigur Jákup Ludvík.
- Eg havi ikki rættiliga mót uppá at byrja at renna enn, men nú havi eg roynt at gingið frá Com Data í Klaksvík til Haraldsund. Tað er ein teinur uppá 5 km, so tað er ikki so galið. Ein sjúkrasystir, sum var til heilsurenningina leygardagin, segði mær, at tað ger mun bara at ganga eini 500 m, so eg havi gott mót. Eitt er vist - skal eg halda fram sum lastbilaførari, má eg gera okkurt eyka fyri heilsuna, sigur Jákup Ludvík avgjørdur.
Nýggja SISU og heiðursmerki
Tað var Shell-støðin í Klaksvík, sum saman við Treystinum skipaði fyri stóru heilsurenningini leygardagin. Hóast tað var bæði vindur og regn, forðaði tað ikki teimum 113 rennarnum í øllum aldri at gjøgnumføra kappingina, meðan ikki færri enn 130 fólk nýttu høvið at máta sær blóðtrýstið.
Tá rennarnir komu á mál fingu tey øll eina nýggja SISU frá Føroya Bjór. Eftir at úrslitini vóru greið, handaði Rani Nolsø, formaður í Heilsunevndini hjá Klaksvíkar býráð, vinnarnum í teimum ymsu bólkunum heiðursmerki. Eisini vórðu 3 gávukort til bensin og eitt Shell viðskiftakort á 1000 kr burturlutaði. Hepni vinnarin av viðskiftakortinum gjørdist John Havn úr Klaksvík.
Fyriskiparnir vóru so væl nøgdir við góðu undirtøkuna og tiltakið sum heild, at teir longu nú hava gjørt av, at næsta heilsurenning verður í Klaksvík leygardagin 13. august.










