113.500 danir eru arbeiðsleysir

Síðan í juni 2008 er arbeiðsloysið í Danmark vaksið við heili 147 prosentum Í juni 2008 vóru 45.900 danir arbeiðsleysir. Í dag er talið 113.500. Hetta er ein vøkstur, sum svarar til 147 prosent eftir 16-17 mánaðum.

Bara í tíðarskeiðnum frá august til september í ár ? ella í ein mánaða - vaks arbeiðsloysi í Danmark við 9.200 fólkum.

Tað er Danmarks Statistik, sum kemur við hesum tølum.

Fakfelagið LO heldur, at talið av arbeiðsleysum er vaksið skjótari enn væntað, og tí ynskir felagið, at tað almenna ger fleiri íløgur.

- Líkt er til, at vit eisini í 2010 fara at síggja fleiri niðurleggingar av arbeiðsplássum. Hitt einasta rætta er tí, at tað almenna fremur fleiri íløgur, sum áður eru útsettar orsaka av høga konjunkturinum, ið var, sigur Jan K. Rasmussen hjá LO.