Fimm flogfør eru komin, eitt kemur kl. 20:15 og eitt kemur kl. 21:35, øll eru fullsett. Tá øll eru lend, eru 630 jólagestir komnir loftvegis í dag. Úr Føroyum eru seks flogfør farin, tað sjeynda fer kl. 22 í kvøld, tá eru 490 fólk farin um Vága Floghavn.
Floglíkindini í dag hava roynst væl, í kvøld er eitt lot av landsynningi, vindferðin liggur um 6 m/sek. Í morgin verður meira vindur, vindferðin fer at koma upp í 20 m/sek, hann verður útsynningur og vestan í ættini í morgin.
Eftir ætlan skulu 5 flogfør fara og 5 koma í morgin.
Sagt verður frá Atlantic Airways, at so gott sum øll flogførini, til Føroyar, eru fullsett líka til jóla, men úr Føroyum er ikki fullsett.