111 Svimjarar hittast í Vági

Øll svimjifeløgini í landinum verða umboðað, tá teir báðir yngstu bólkarnir fara at kappast í Vági

svimjing

SUM Smáunglingameistarakappingin í svimjing verður leygardagin 3 apríl í Vági
Hetta er meistarakappingin fyri yngstu svimjararnar. Altso tey, sum taka lut í bólkunum 1 og 2.
Bólkur 1 er tey ið árg 95 og yngri, og bólkur 2 er árg 93 og 94.
34 kappingar verða svomnar og tað verða íalt 490 startir.
Luttøkan er stór, 111 svimjarar leypa útí til upphiting klokkan átta leygarmorgunin, og sjálv kappingin byrjar so klokkan níggju. Um middagsleitið verður ein steðgur, og kappingin verður tikin uppaftur klokkan trý seinnapartin leygardagin.
Seinni um kvøldið verður so ein lítil hugnaløta, og um hálvgum níggju tíðina hittast øll í Auluni í Vágs Skúla, har heiðursmerki verða latin vinnandi svimjarunum, umframt at luttakararnir so eisini hava møguleika at hugna sær saman ein løtu, uttan at skula hugsa um, hvør svimur so og so skjótt.