Leygardagin møttust 111 badmintonleikarar í høllini á Kambsdali, tá Badmintonsamband Føroya skipaði fyri kapping í tvímansleiki.
Kappast var í u13 og u15/u17 og hjá teimum vaksnu, í tvímansleiki fyri menn, kvinnur og í mixdouble.
Hjálagda myndarøð vísir hvør vann heiðursmerki.
Klaksvíkar Badmintonfelag var tað felagið, sum vann flest gullheiðursmerki, átta. Harumframt vann felagið seks silvurmerki og 6 bronsumerki. Havnar Badmintonfelag vann 7 gullmerki, 13 silvurmerki og 12 bronsumerki. Miðvágs Badmintonfelag vann 5 gullmerki, 2 silvurmerki og 2 bronsumerki, meðan ÍF vann tvey gullmerki, eitt silvurmerki og tvey bronsumerki.