Løgtingið leggur nógv arbeiði á seg sjálvt nú í sluttspurtinum upp undir løgtingsvalið. Fundur var stóran part av leygardegnum, og næsti tingfundur er ásettur at verða seinnapartin í morgin, týsdagin, tá ið tólv mál eru á skrá.
Í hesi vikuni eru nógvir nevndarfundir á skránni, og tað eru ikki hissini arbeiðsbyrðar, sum eru fyri framman.
Tingnevndirnar skulu sambært dagsskránni viðgera 110 mál í hesi vikuni. Flestu málini eigur vinnunevndin, sum á trimum fundum skal viðgera 42 mál.
Trýstið er ógvuliga stórt á fíggjarnevndini, sum umframt 28 tingmál á tveimum fundum í hesi vikuni, eisini hevur fíggjarlógina at hugsa um.
Í dag, mánadagin verður eingin tingfundur, og tá eru fundir ásettir at vera í rættarnevndini, fíggjarnevndini og vinnunevndini.
Rættarnevndin skal viðgera átta mál í dag, fíggjarnevndin skal viðgera fjúrtan mál, og vinnunevndin skal viðgera fjúrtan mál.
Trivnaðarnevndin skal fyrrapartin í morgin, týsdagin, viðgera tólv tingmál, og vinnunevndin skal sama fyrrapart viðgera fjúrtan tingmál.
Fyrrapartin mikudagin skal mentanarnevndin viðgera tvey mál, og sama fyrrapart skal fíggjarnevndin viðgera fjúrtan mál.
Hósdagin skal trivnaðarnevndin viðgera trettan mál, og vinnunevndin skal viðgera fjúrtan mál.
Fyrrapartin fríggjadagin tann 7. desember verður fundur í mentanarnevndini við dagsskrá, sum fevnir um fimm løgtingsmál.









