Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.018 kanningunum.
Í alt eru 9.288 kanningar gjørdar.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna, upplýsir landslæknin.












