110 í lokalari kapping á Toftum

Leygardagin var ferðslan stór í Tofta Skúla, har tað varð skipað fyri innandura fótbóltskapping

Nýggjar tíðir, nýggir møguleikar og nýggir siðir. Síðani nýggi skúlin á Toftum varð tikin í nýtslu eru møguleikarnir fyri so nógvum størri og betri, enn teir frammanundan vóru.

Eitt nú eru møguleikarnir fyri bóltspølum betri í nýggju og rúmligu fimleikarahøllini. Har er nógv virksemi og serliga er tað fótbóltinum, sum áhugi er fyri.

Í fjør varð fyri fyrstu ferð skipað fyri lokalari fótbóltskapping ein dag millum jól og nýggjár. Undirtøkan var stór – millum spælarar og eisini millum áskoðararnar. Hetta kendist vera góður pallur hjá útisetum og teimum, sum búleikast aðra staðni í landinum, undir hugnaligum umstøðum og við góðum undirhaldi og spenningi at hittast saman við teimum, sum búleikast á Nesi, á Toftum og í Saltnesi.

Beinanvegin fyri einum ári síðani varð avrátt, at tað aftur í ár skuldi skipast fyri fótbóltskapping. Treytin fyri at taka lut er, at spælararnir eru búsitandi í Nes kommunu, ella eru uppvaksnir í kommununi ella á annan hátt hava tætt tilknýti til onkra av bygdunum í kommununi.

Kappingin var leygardagin, og aftur hesa ferð vísti áhugin seg at vera stórur. 25 lið við umleið 110 spælarum luttóku. Tey spældu í fýra bólkum. Lagt varð til brots klokkan hálvgum trý, og so varð spælt og dystast inntil klokkan var farin gott og væl av tíggju leygarkvøldið, tá ið FSF formaðurin Christian Andreasen, sum er toftamaður, handaði vinnarunum steyp.

Hesa ferð var tað “Poulsen Klanen”, sum streyk avstað við steypinum. Teir vunnu eftir brotssparkskapping 2-1 á einum liði, sum kallaði seg “Hampamenn”.

Á vinnandi liðnum vóru Jóhan Petur Poulsen, Niklas Poulsen, Gestur Lómstein og Óli H. Olsen. Teir síggjast húkandi á myndini. Í hvítum troyggjum er Innandura Teamið, sum varð nummar trý. Teir eru frá vinstru: Dánjal Johannesen, Jógvan Ingvard Hansen, Trygvi Hansen og Jóhan Kartni Johannesen. Í grønum troyggjum eru Hampamenn, sum vóru nummar tvey. Teir eru frá vinstru: Hans Erik Danielsen, Janus Thomsen, Mortan Hansen og Mannbjørn Nesá.

Undir kappingini var møguleiki á stórskýggja at fylgja dystunum í Onglandi, og kaffi og køkur varð bjóðað bæði spælarum og áskoðarum.

Luttøkugjaldið varð í ár latið sum stuðul til svimjifelagið FLOT og flogbóltsfelagið Ternuna.