Í "Heilsulýsing fyri Føroyar 2012 - 2013", sum landslæknin hevur sent út seinnapartin í dag, eru nógv ymisk hagtøl. Millum hesi eru tøl yvir føddar tvíburar í Føroyum í 2012.
- Í 2012 vórðu 11 tvíburar føddir, allir á Landssjúkrahúsinum, og allir tvíburarnir vórðu føddir á lívi.
Landslæknin sigur, at miðalaldurin á mammunum var 33,5 ár.
- Av hesum 11 tvíburunum - 22 børnum - vórðu átta føddir til tíðina, einir í 32. viku og tvinnir í 36. viku.
Lagt verður aftrat, at tá hugt verður at burðarvektini á tvíburunum, sæst, at sjey av børnunum vigaðu millum 1660 og 2499 gram, níggju vigaðu millum 2500-3000 gram, og seks vigaðu yvir 3000 gram.
- Í miðal vigaðu tvíburarnir 2672 gram, sigur landslæknin.