Minst 11 fólk doyðu, og umleið 30 fingu skaða, tá ein girðing kring eitt konsertøki í marokkanska býnum Rabat fór Umleið 70.000 fólk vóru á Nahda-leikvøllinum í Rabat at lurta eftir sangaranum Abdelaziz Stati.
Løgreglan sigur, at fólk gjørdust ræðslusligin, tá ein girðing brádliga skrædnaði, og fólk troðkaðu seg fram. Tá avtornaði, høvdu fimm kvinnur, fýra menn og tvey børn latið lív.
Ein kelda í sjúkrahúsverkinum í Rabat sigur, at tey flestu av teimum, sum fingu skaða, eru sloppin heimaftur.