11-tal til Føroyar

   

Nógvur fiskur og góðir fiskaprísir, ríkisveiting, eins og nógv arbeiði her á landi, ger, at Føroyar búskaparliga fáa eitt 11-tal í Norðurlendskari árbók. Vit kunnu samanberast við Noreg tá um ríkidømi ræður.
Hóast væl stendur til, so undrar tað stórliga, at hægsta ynski hjá nøkrum fáum loysingarfólkum her á landi er at forkoma eini skipan, ið ger at vit klára okkum so væl. Tað einasta hesi loysingarfólk hava at bjóða ístaðin eru verri viðurskiftir á øllum økjum. Nú hava tey skert ríkisveitingina við 366 mill krónum árliga og talan er um eina stóra akkumuleraða upphædd. Umleið ein nýggjur Smyril við nýggjari kei árliga. Men teir eru ikki lidnir enn. Umleið ein milliard er eftir at skerja - árliga - áðrenn teir náa teirra máli.
Tað man vera greitt fyri teimum flestu, nú peningur tørvar á øllum økjum, at tá ein milliard er skerd úr føroyskum búskapi afturat, eru búskaparliga støðan ikki til eitt 11-tal, men til eitt runt 0 ella 03.
Tað er tað í loysingin hevur at bjóða føroyingum.
Eitt oyðilagt vælferðarsamfelag, og tað mugu vit ávara ímóti.
Alternativi til skaðiliga loysingarpolitikkin er uppbyggjandi Sambandspolitikkurin, í byggjur á álit og samstarv við ollur lond.
Annars fari eg at ynskja Ríkisfelagsskapinum tillukku við 11 talinum.